|
|
- føroysk stuttrøð, frá langa fríggjad.
21. januar 2022 fekk tá 46 ára gamli Jens Jákup Hansen staðfest ADHD. Hann skrivaði um sína diagnosu á sosialu miðlunum. Hann greiddi m.a. frá, hvussu tað var at fáa ADHD staðfest sum vaksin. Tað vísti seg, at nógvir menn vóru í somu støðu sum hann, men ikki tordu at lata seg kanna. Í 2023 fór hann undir eitt átak at varpa ljós á ADHD og savna pening inn til ADHD-felagið. Sum liður í hesum varð ein facebookvangi við navninum "Hin rusuti" gjørdur. Hann setti alt árið av til at siga frá ADHD og gera ymiskar filmar, sum vórðu lagdir út á Facebook. Endin á átakinum var ein ferð upp á Aconcagua, sum er næsthægsta fjall av teimum sjey heimstoppunum ? á enskum The Seven Summits, fyri at vísa á, at ADHD?arar kunnu tað sama sum onnur.
Fyrireikingin hjá Jens Jákupi til ferðina upp á Aconcagua bleiv eisini ein persónlig ferð longri inn í ADHD.
|