|
- bretskt drama frá 2019, óhósk. fyri smáb.
Hamborg á heysti 1945. Tað er undir eitt hálvt ár síðan annar verðaldarbardagi endaði, tá Rachel Morgan (Keira Knightley) kemur til Hamburg at verða sameind aftur við manni sínum, bretska yvirmanninum Lewis Morgan (Jason Clarke), sum er í ferð við at skipa endur- uppbyggingina í býnum. Tey skulu, hóast Rachel noktar, búgva í einum stórum husum saman við týskaranum Stephen Lubert (Alexander Skarsgård) og dóttur hansara. Tey eru øll merkt av krígnum, og Rachel veit ikki, hvønn hon kann líta á, samstundis sum hon er farin inn í ett vandamikið spæl - at fjasast við Stephen.
Upprunaheiti: The Aftermath
Leikandi: Rachel Morgan: Keira Knightley, Lewis Morgan: Jason Clarke og Stephen Lubert: Alexander Skarsgård. Við eru eisini: Wilkins: Jack Laskey. Heike: Anna Schimrigk. Susan: Kate Phillips. Burnham: Martin Compston. Handrit: Joe Shrapnel, Anna Waerhouse og Rhidian Brook. Leikstj.: James Kent.
Framl.ár: 2019
Aldursmark: 11
|