|
|
- írskt komediudrama frá 2016, óhósk. fyri smáb.
Dublin, 1985. Allurin heimurin er í fíggjarligari kreppu, og tað føla 14 ára gamli Conor (Ferdia Walsh-Peelo) og familja hansara eisini. Hann noyðist at skifta úr tryggum privatskúla í fólkaskúla, men tað var nú ikki so galið kortini, tí her hitti hann fittu Ralphinu. Fyri at gera seg eitt sindur upp fyri henni, sigur hann, at hann er við í einum bólki, og hann bjóðar henni ein leiklut í næstu tónleikasjónbandi. Tá bólkurin ikki er til, má hann kvika sær! Tónleikafilmur eftir John Carney, sum gav okkum ´Once´ og ´Begin Again´.
Originaltitel: Sing Street
Við eru: Conor: Ferdia Walsh-Peelo, Ann: Kelly Thornton og Ralphina: Lucy Boynton. Við eru eisini: Penny: Maria Doyle Kennedy.Brendan: Jack Reynor. Robert: Aidan Gillen. Barry: Ian Kenny. Darren: Ben Carolan. Ngig: Percy Chamburuka. Eamon: Mark McKenna. Handrit: Simon Carmody og John Carney. Instruktion: John Carney.
Framl. ár: 2016
Aldursmark: 7
|