|
|
- am. skemtifilmur frá 2019, óhósk. fyri børn
Ali Davis (Taraji P. Henson), ítróttaragentur, er ørkymlað, ti hon verður lopin um, til fyrimun fyri mannligu starvsfelagarnar. Í øði drekkur hon eitt serligt te, og alt í einum hoyrir hon tankarnar hjá monnum! Tað er akkurát tað, sum Ali hevur brúk fyri fyri at verða flutt fram, so sum hon hevur uppiborið! Filmurin er ein endurskaptur Mel Gibson-filmur: ?What Women Want? við umbýttum kynsleiklutum.
Upprunaheiti: What Men Want
Leikarar: Ali Davis: Taraji P.Henson, Kristen Ledlow: Kristen Ledlow og Brandon Wallace: Josh Brener. Við eru eisini: Captain Fucktastic: Kellan Lutz. Ethan Fowler: Jason Jones. Valet Guy: Justin Alvarez. Handrit: Tina Gordon, Peter Huyck og Alex Gregory. Leikstj.: Adam Shankman.
Framl. ár: 2019
Aldursmark: 15
|