|
|
- am./br. spenningsf. frá 2021, óhósk. f. smáb.
Agent 007 (Daniel Craig) livir eitt friðarligt lív á Jamaica. Men friðurin endar brádliga, tá hann fær vitjan av CIA-agentinum Felix Leiter (Jeffrey Wright), sum biður um hjálp. Tað snýr seg um at bjarga einum granskara, ið er tikin, men tað vísir seg skjótt at hava samband við tað ódámliga bølmennið Safin (Rami Malek), sum hevur fingið deyðiliga biologiska vápnið - sum bølmennið ætlar sær at brúka! Daniel Craig spælir leiklutin sum James Bond fyri seinastu ferð í hesum 25. Bond filminum. Í filminum er eisini danski sjónleikarin David Dencik við.
Upprunah.: No Time to Die
Leikarar: James Bond: Daniel Craig, Paloma: Ana de Armes og Lyutsifer Safin: Rami Malek. Við eru eisini: M: Ralph Fiennes. Madeleine Swann: Léa Seydoux. Valdo Obruchev: David Dencik. Blofeld: Christoph Waltz. Q: Ben Whishaw. Eve Moneypenny: Naomie Harris. Felix Leiter: Jeffrey Wright. Tanner: Rory Kinnear. Handrit: Neal Purvis, Robert Wade, Cary Joji Fukunaga og Phoebe Waller-Bridge eftir bøkur hjá Ian Fleming.
Leikstj.: Cary Joji Fukunaga.
Framl.ár: 2021
Framl.: MGM
Aldursmark: 11
|