|
|
- am. drama frá 2019, óhóskandi fyri børn
Eftir tógvið stríð í fleiri ár eydnast tað Lucy Cola astronauti(Natalie Portman) at sleppa eina rúmdarferð, men tann stóra upplivingin, sum rørir hana djúpt, ger tað torført hjá henni at venja seg við vanliga gerandisdagin á jørðini eftir tað. Hon fær trupulleikar við veruleikafatan og fjasast í loyndum við Mark Goodwin (Jon Hamm), og tað fær álvarsligar fylgjur. Filmurin byggir á veruligar hendingar.
Uppr.h.: Lucy in the Sky
Leikandi: Lucy Cola: Natalie Portman, Mark Goodwin: Jon Hamm og Drew Cola: Dan Stevens. Við eru eisini: Erin Eccles: Zazie Beetz. Blue Iris: Pearl Amanda Dickson. Nana Holbrook: Ellen Burstyn. Will Plimpton: Nick Offerman. Frank Paxon: Colman Domingo.
handrit: Brian C. Brown, Elliott DiGuiseppi og Noah Hawley.
Leikstj.: Noah Hawley.
Framl.ár: 2019
Aldursmark: 15
|