|
|
- am./br. spenningsf. frá 2017, óhósk. fyri børn
Høvuðssætið hjá loyniligu fregnartænastuni Kingsman er sprongt í luftina. Samstundis hóttir narkodrotningin, Poppy Adams (Julianne Moore) við at spjaða ein lívshættisligan virus um allan heim. Teir báðir agentarnir Eggsy (Taron Egerton) og Merlin (Mark Strong) mugu nú saman við einum loyniligum systuragenturi í USA, The Statesman, royna at steðga felags fíggindanum.
Leikarar: Gary ´Eggsy´ Unwin: Taron Egerton, Harry Hart: Colin Firth og Poppy Adams: Julianne Moore. Við eru eisini: Merlin: Mark Strong. Ginger Ale: Halle Berry. Tequila: Channing Tatum. Champagne ´Champ´: Jeff Bridges. Whiskey: Pedro Pascal. Elton John: Elton John. Arthur: Michael Gambon. Forseti í USA: Bruce Greenwood. Fox: Emily Watson. Handrit: Jane Goldman og Matthew Vaughn eftir teknirøð hjá Mark Millar og Dave Gibbons Leikstj.: Matthew Vaughn.
Framl. ár: 2017
Aldursmark: 15
|