|
|
- føroysk barnasending frá 2016
Hey! er ein sending um djór, fyri børn og barnsligar sálir, har Jensina er vertur og Ljóðfílurin tekur upp, sum vanligt. Tey eru úti, og uppliva mangt og hvat.
Um 1. part.
Í hesum partinum snýr tað seg um kettur. Vit vitja eini grøn hús, har búgva nakrar heilt serligar kettur, sum duga nakað sum fáar kettur duga. Tey vitja Eddi, og har er tónleikur á skránni. Jensina ger eisini eina kettu burturúr papptallerkum, sum kann brúkast á føstuklávint.
|