|
|
- føroyskur dokumentarur, endurs. frá 2023
Ringur sjóverkur og viðkvæma sinnalagið gjørdu, at 86 ára gamli Arnhold Vegghamar ikki bleiv sjómaður, sum flestu javnaldrarnir á Viðareiði.
Og tað munnu mong vera glað fyri í dag, tí sermerktu og litríku málningarnir hjá Vegghamar eru ógviliga væl umtóktir millum fólk í øllum aldri.
Hann teknaði nógv frá barni av, og veturin 1958 -59 fekk hann fyrstu ferð listaliga vegleiðing á listaskúlanum, sum Ingálvur av Reyni, Jack Kampmann og Janus Kamban høvdu í Havn. Eftir tað fór hann til Danmarkar at læra til gullsmið.
Flestu javnaldrarnir á Viðareiði eru farnir, og tí kemur Vegghamar lítið út millum fólk. Men hann er djóravinur. Hann hevur havt kettur og hann gevur fuglunum at eta.
-Mær dámar best einsemi, at granska og at lesa bøkur, sigur 86 ára gamli Arnhold Vegghamar á Viðareiði, sum framvegis er virkin við penslinum.
Lagt til rættis: Jakob Jørgensen og Tórður Mikkelsen.
|