|
|
- norskt drama frá 2014
Oslo 1967. Beatles-fepurin herjar í Noregi, og teir fýra vinirnir Kim, Gunnar, Ola og Seb fáa íblástur frá fyrimyndunum í Liverpool til at gera eitt rokkorkestur. Navnið á orkestrinum verður The Snafus, navnið er eftir setninginum´Situation normal. All fucked up´. Hóast tóni ikki er skaptur í teimum, og ljóðføri eru dýr, fara teir av fullum huga inn í verkætlanina. Men torført er at halda fokus á orkestrið, tá man er tannáringadrongur og hevur fult av fittum gentum, rúsdrekka og veitslum rundan um seg. Samstundis henda stórar politiskar kollveltingar í heiminum rundan um teir. Ein filmur av danska filmsleikstjóranum Peter Flinth (Ørnens øje, Arn - tempelridderen).
Upprunah.:Beatles
Við eru: Kim: Louis Williams, Seb: Håvard Jackwitz og Gunnar: Ole Nicolai Myrvold Jørgensen. Harafturat eru: Ola: Halvor Tangen Schultz. Cecilie: Susanne Boucher. Pápi Ceciliu: Peter Gantzler. Mamma Kim: Marit Andreassen. Pápi Gunnar: Gard B. Eidsvold. Handrit: Axel Hellstenius eftir roman av Lars Saabye Christensen. Leikstj.: Peter Flinth.
Framl. ár: 2014
Aldursmark: 7
|