|
|
- am. filmur frá 2006
Sjey ára gamla Olive Hoover droymir um at vinna vakurleikakappingina Little Miss Sunshine, og hóast hon er vanlig á at líta, heldur bollut og gongur við brillum, so fær hon góðan stuðul frá sínari eitt sindur merkiligu, men eisini elskuligu familju. Familjan akslar skinn og fer allan vegin úr Albuquerque til California, har kappingin er. Ferðin er bæði skemtilig og avbjóðandi. Komin uppá plass verður neyðugt at gera okkurt óvanligt, skal Olive vinna kappingina. Filmurin varð innstillaður til fýra Oscar heiðurslønir og vann tvær teirra í 2007.
Leikarar: Olive Hoover: Abigail Breslin, Richard Hoover Greg Kinnear og Sheryl Hoover: Toni Collette. Dwayne Hoover: Paul Dano. Abbin Edwin Hoover: Alan Arkin. Frank Hoover: Steve Carell. Stan Grossman: Bryan Cranston. Doktor #1: Marc Turtletaub. Cindy: Jill Talley
Leikrit: Michael Arndt.
Leikstjórn: Jonathan Dayton og Valerie Faris.
|