|
|
- bretskt Oscar-vinnandi drama frá 2020
Anthony (Anthony Hopkins) lurtar eftir opera, spælir klassiskan tónleik og lesur mætar bókmentir.
Men Anthony hevur Alzheimers, og tað gevur umsorganarfullu dóttrini Annu (Olivia Colman) stórar avbjóðingar. Hon roynir at gera tilveruna so góða sum gjørligt við at lata hann vera í sínum kenda umhvørvi, men Anthony styggir heimarøktararnar burt, og sum frá líður og hann missir takið á veruleikanum, noyðist Anna at taka eina torføra avgerð - fyri seg sjálva og pápan. Anthny Hopkins vann Oscar-heiður fyri ?Besta mannliga høvuðsleiklut?, og filmurin fekk harafturat ein Oscar fyri ´Besta handrit?.
Upprunah.: The Father.
Leikarar: Anthony: Anthony Hopkins, Anne: Olivia Colman og The Man: Mark Gatiss. Við eru eisini: The Woman: Olivia Williams. Laura: Imogen Poots. Paul: Rufus Sewell. Dr Sarai: Ayesha Dharker. Handrit: Chrostopher Hampton og Florian Zeller. Leikstj.: Florian Zeller.
Framl.ár: 2020
Aldursmark: 11
|