|
|
- am. drama frá 2019, óhósk. fyri smáb.
Búnaðarmaðurin Franz Jägerstätter (August Diehl) livir eitt friðsælt lív við konu og trimum døtrum í lítlu bygdini St. Radegund í Eysturríki. Tá seinni veraldarbardagi brestur á, verður hann innkallaður í nasistaherin í Berlin. Franz noktar at svørja nasistunum og Hitleri trúskap. Tað er vágið og vandafult bæði fyri hann og familjuna. Ein filmur, sum meistaraleikstjórin Terrence Malick (Badlands, Three of Life, Den tynde røde linje) hevur staðið fyri.
Leikarar: Franz Jägerstätter: August Diehl, Fani Jägerstätter: Valerie Pachner og Resie Schwaninger: Maria Simon. Við eru eisini: Rosalia Jägerstätter: Karin Neuhäuser. Fr. Fürthauer: Tobias Moretti. Lorenz Schwaninger: Ulrich Matthes.
Handrit og leikstj.: Terrence Malick.
Framl. ár: 2019
Aldursmark: 11
|