|
|
- føroysk røð frá 2011
Í Tjørnuvík er árligi staksdagurin ein heilt serligur dagur. Bæði bygdarfólk og gestir fara eftir seyðinum, ið hevur gingið í Tjørnuvíksstakki, og hann verður síðani seldur á stórari uppboðssølu í bygdini. Í Frætt & Fregnað royna myndamaðurin Jógvan Eli Dam og verturin Tórður Mikkelsen at lýsa, at tað er ein serligur dámur yvir norðastu bygdini í Streymoynni hendan dagin. Og í sendingini hoyra vit, at bæði staksdagurin og kingosangurin í Tjørnuvík hava vakt ans uttan fyri Føroyar.
|