|
|
- am./tjek.aut. drama frá 2017, óhósk. fyri børn
París, 1931. Pengaskápstjóvurin Henri ´Papillon´ Charrière (Charlie Hunnam) verður hóast ósekur dømdur fyri at hava myrt ein alfons, og verður sendur til eina illa gitna revsilegu á eini oyggj í Fransk Guyana í Suðuramerika. Her verður Papillon vinmaður við peningafalsaran Louis Dega (Rami Malek) og bjóðar sær at verja hann, um Dega afturfyri vil hjálpa honum at flýggja av oynni. Tað einasta, sum heldur mótinum uppi hjá Papillon, er tankin um at flýggja. Man tað fara og eydnast honum at flýggja?
Leikarar: Henri ´Papillon´ Charrière: Charlie Hunnam, Louis Dega: Rami Malek og Celier: Roland Møller. Við eru eisini: Maturette: Joel Basman. Barrot inspektørur: Yorick van Wageningen. Nenette: Eve Hewson. Brioulet: Nick Kent. Handrit: Aaron Guzikowski eftir bøkur hjá Henri Charrière. Leikstj.: Michael Noer.
Framl. ár: 2017
Aldursmark: 15
Filmurin byggir á veruliga hending.
|