|
|
- am. sp.filmur frá 2013, óhósk. fyri smáb.
Fýra av heimsins bestu gandakallum hava gjørt sín egna bólk, og púra opið gera teir fleiri kvett móti korruptum forrætningsmonnum, og lata fleiri milliónir av dollarseðlum regna yvir fólk sum hyggja at. FBI-agenturin Dylan Hobbs (Mark Ruffalo) fær uppgávuna at avdúka teir fýra gandakallarnar. Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí gandakallarnir eru meistarar í at villleiða fólk.
Upprunah.: Now You See Me
Við eru: Michael Atlas: Jesse Eisenberg, Dylan Hobbs: Mark Ruffalo og Merritt Osbourne: Woody Harrelson. Við eru eisini: Evans: Common. Arthur Tressler: Michael Caine. Thaddeus Bradley: Morgan Freeman. Alma Vargas: Mélanie Laurent. Henley: Isla Fisher. Jack: Dave Franco Handrit: Ed Solomon, Boaz Yakin og Edward Ricourt. Leikstj.: Louis Leterrier.
Framl. ár: 2013
Aldursmark: 11
|