|
|
- søguligur bretskur filmur frá 2010
(The King´s Speech).
Ongland 1936. Tá ið Edward VIII kongur (Guy Pearce) knappliga segði trúnuna frá sær, varð tann forsagdi Bertie (Colin Firth) krýndur nýggjur kongur. Men hann stamar illa, og tað er ein stórur trupulleiki, tí Ongland, sum skal í kríggj við Týskland, hevur brúk fyri einum sterkum leiðara. Lionel Logue (Geoffrey Rush), talupædagogur, skal royna at hjálpa Bertie úr neyðini, hetta eydnast, men klárar Bertie at halda ta umráðandi útvarpsrøðuna, sum skal samla tjóðina til stríð?
Filmurin, sum vann fýra Oscar heiðurslønir í 2011, m.a. fyri besta film, byggir á veruligar hendingar.
Leikandi: George VI kongur: Colin Firth, Elizabeth drotning: Helena Bonham Carter og Lionel Logue: Geoffrey Rush. Eisini eru: Cosmo Lang, erkibiskupur: Derek Jacobi. George V kongur: Miachel Gambon. Edward VIII kongur: Guy Pearce. Mary drotning: Claire Bloom.
Leikrit: David Seidler.
Leikstjórn: Tom Hooper.
Upprunaheiti: The King´s Speech
Framleiðsluár: 2010
|