Jólamaðurin fær brævið frá Selmu og ivast, um hetta kann vera dóttir son hansara, Albin?
18:25
Snæfall 5
- norskur jólakalendari við føroyskari talu
Selma gongur allan dagin, og endiliga sær hon ljós langt burturi. Hon er komin til Snæfall. Heima øtast Rutt, tí hon heldur, at barnaverndin hevur verið eftir Selmu uttan at siga henni (Rutt) frá.
Ein stórur partur av teimum ungu fara til Danmarkar at lesa. Helvtin av teimum flytur ikki heim aftur. Í seinna parti av "Kanst tú siga farvæl?" møta vit nøkrum av teimum ungu, sum eru lesandi í dag.
Sunnukvøldið 1. desember var árliga jóla- og stuðulskonsertin hjá Barnabata, Í menniskjum góður tokki, víst í sjónvarpinum. Enn ber til at stuðla jólahjálpini á heimasíðuni hjá Barnabata.
21:20
Størst
- grønur streymur
Síðan hann var blaðungur, hevur Peter droymt um at fara til Fraklands at hyggja at heimsins størstu alisfrøðiroynd. 35 lond eru saman um at byggja eina eftirgjørda sól á jørðini. Um tað eydnast, fer tað at geva ómetaliga nógva grøna orku og verða ein týdningarmikil partur av grønu umstillingini.
Teir tríggir matligu vinmenninir hava pakkað pottar og pannur og fara enn eina matferðferð út í verðina at smakka hana. Og teir verða í rættiligum jólahýri.
Upprunah.: Gordon, Gino and Fred´s Road Trip - 3. árg. jólasending.
Framl.ár: 2021