|
|
- am. skemtifilmur frá 2017
Jólini eru tann stóra familjuhøgtíðin, tí avgera Dusty (Mark Wahlberg) og fosturpápin Brad (Will Ferrell) at halda jól saman við øllum børnunum og ommuni og abbanum. Tey leiga eina luksus smáttu uppi í fjøllunum.
Tað hevur sínar avbjóðingar. Kurt (Mel Gibson), pápi Dusty er gamalsligur og Don (John Lithgow), pápi Brad, er alskin. Tað verður ikki tann jólaferian, sum tey høvdu ímyndað sær.
Upprunaheiti: Daddy´s Home 2
Leikarar: Brad Whitaker: Will Ferrell, Dusty Mayron: Mark Wahlberg og Kurt Mayron: Mel Gibson. Don Whitaker: John Lithgow. Sara: Linda Cardellini. Megan: Scarlett Estevez. Dylan: Owen Vaccaro. Roger: John Cena. Leikrit: Brian Burns, Sean Anders og John Morris. Leikstjórn: Sean Anders.
Framl.ár: 2017.
Framl.: Paramount.
Aldursmark: 7.
|