|
|
- fø. barnarøð frá 2024
Vinus og Vimús byggja uppeftir og yvireftir. Verður tað bygt uppeftir, so verður tað høgt. Og verður tað bygt yvireftir, so verður tað langt. Men er tað klænt og høgt, so kann tað brotna nokk so lætt. Og so ber til at blása luft í ein handska, og so fer hann upp. Og blása í eina ballón, so hon fer yvireftir.
Bókin datt úr hillini, tá bikartornið hjá Vinusi, og høga tornið hjá Vimús inni í holuni eisini datt.
Eitt torn kann sveiggja eitt sindur, og tað er eisini eitt sindur tað góða bókin er um, tí tað er um eina reiggju.
Tá Vimús hevur fingið eitt nýtt hugskot, so kemur Vinurin, og tá hann hevur klivið inn gjøgnum vindeygað og funnið sær eitt ljóðføri, so fara báðir tveir at syngja um eina lítla ballón við ongari luft í.
Smáteknifilmarnir verða eisini at síggja. Og so fer Vinus at tekna torn, ballón og ein handska, sum fer upp.
Hatta var tað fyri hesa ferð: Góðan morgun dag gott kvøld góða nátt ? og farvæl!
At brúka til rakettballónina: Ballón (miðal). Klemmu. Band (sterkt og klænt). Súgvirør. Klistriband.
|