|
|
Í Finnlandi hava tey sauna, í Norra smáttur, í Danmark kolonihavar. Í Føroyum hava vit neyst ? og tey skulu ikki bara falla í órøkt, men brúkast. Tað heldur Niclas Heri Jákupsson, sum í 2016 keypti Garðaneystið við Sjógv, sum hann umvældi og innrættaði sum summarhús. Fyri Niclas Hera er umvæling av neystum terapi.
Sandágerð í Havn er ein perla, og her býr Katrin Kallsberg. Húsini, sum eru arkitektteknað, vórðu keypt í 2001. Fyri Katrina er hetta staðið, har hon og børnini veruliga kunnu slappa av og njóta lívið - í stóra húsinum, úti í áhugaverda urtagarðinum og í serstøku smáttuni, sum eisini er á grundstykkinum.
|