|
|
- Australskt westerndrama frá 2017
Avstralia í 1929. Tá miðaldrandi upprunaavstraliarin Sam (Hamilton Morris) drepur ein hvítan mann í sjálvverju, verður hann eftirlýstur fyri morð og noyddur at flýggja út í oyðimørkina við familju síni. Tó er løgreglan í hølunum á honum, leiðari er tann ágrýtni sersjanturin Fletcher (Bryan Brown). Men sum veruligu smálutirnir í drápinum spakuliga koma fram, fara heimamenn at ivast í, um rættvísi veruliga hevur sigrað.
Við eru: Sam Kelly: Hamilton Morris, Fred Smith: Sam Neill og Sergeant Fletcher: Bryan Brown. Harafturat eru: Lucy: Shanika Cole. Harry March: Ewen Leslie. Mick Kennedy: Thomas M. Wright. Archie: Gibson John. Handrit: David Tranter og Steven McGregor.
Leikstj.: Warwick Thornton.
? Framl.ár:2017
? Aldursmark:15
|