|
- føroysk dokumentar stuttrøð frá 2008
Hvat var tað sum hendi í Klaksvík hesi bæði árini í 50?unum, tá býurin varð settur í undantaksstøðu? Hvat var tað, sum fekk donsku stjórnina at senda bæði politistar og hermenn til Klaksvíkar við skipum, sum høvdu bæði kanónir, riflur og hundar umborð? Og hvat var tað, sum fekk klaksvíkingar at finna fram aftur hjálmar frá krígnum, gamlar riflur og byrsur umframt líggjar og onkra kvísl? Nú 55 ár eru liðin, síðani læknastríðið var í Klaksvík, eru at kalla øll farin, sum høvdu høvuðsleiklutirnar í hesi orrustini, men tað eru framvegis klaksvíkingar, sum kunnu greiða frá hesum báðum árunum.
Sendingin varð fyrstu ferð send á jólum 2008.
Lagt til rættis: Bergljót D. Hentze og Ólavur Rasmussen.
|