|
- hví rósa fyri nakað banalt?
Pørini eru væl á veg við teirra nýggja lívsstíli, sum merkir meira grønmeti, men eisini størri tilvitan um matvanar. Kynslívið hjá Anne-Mette og Martinu er steðgað. Teirra egnu negativu kropsmyndir forða fyri tí intima. Vanaterapeuturin Sine Gunveit fer at royna at hjálpa teimum at skifta fokus. Heima hjá Jan og Janni arbeiða tey við viðurkenning, men tað er sera torført hjá Jan. Tí hví skulu tey rósa hvørjum øðrum fyri at taka sær av gerandisligum arbeiði? Dreymurin um at fáa eitt barn er alt fyri Brynn og Stewen, og nú fara tey at fáa eina fruktabærismeting.
|