|
|
- heimleys gerst fyrimynd
Drotningin innan danskan rapptónleik fær nógvan kærleika. Men í speglinum sær Tessa ikki stjørnuna, sum onnur síggja. Lívið er vorðið lættari, men trauma
og trupulleikar fylgja við, hetta hevur eisini gjørt Tessu til eina fyrimynd hjá øllum teimum, sum skriva til hennara og spegla sær í hennara søgu. Heimildarfilmurin fylgir Tessu á ársins størstu konsert, á Pride, og rapparin hátíðarheldur sín 26 ára føðingardag við eini stórari veitslu í Arch. Tað er fyrstu ferð, hon heldur føðingardag, síðan hon var níggju ára gomul, og av tí at hon ikki kann fylla ein náttklubba við sínum fýra vinum, bjóðar hon fjepparum við.Tónleikarin Tessa letur seg ikki boyggja av ávísari mótgongd.
|