|
|
- føroyskur barnadokumentarur
Í Føroyum er ov mikið av mati, og eingin gongur svangur. Visti tú, at í teimum stóru handlunum eru umleið 8000 ymiskar matvørur at velja ímillum.
Føroyar eru ein matframleiðandi tjóð, tað vil siga, vit framleiða eina rúgvu av mati ? ella vit fiska nógvan fisk, og so býta vit um. Tí vit eta nevniliga ikki bara føroyskan mat.
Hygg bara í handlunum, vit innflyta alt møguligt, bæði kjøt og epli og frukt og grønmeti, og eisini slíkt, sum longu er í Føroyum. Seyðakjøt og enntá vatn !?!
Er forrestin loyvt at innflyta alt?
Natasja og Palli kanna og spyrja serfrøðingar og ein landsstýrismann um allan matin, sum er í Føroyum. M.a. hvussu nógv hvør føroyingur etur um vikuna, og hvat keypa vit mest av. Og hvat av hesum er gott at eta?
Lagt til rættis: Páll Danielsen og Mathias Dimon Næs.
|