|
- einglatár og sjakalinas
Tessa er sálarliga útlúgvað. Hon hevur sett orð á sítt størsta trauma og spælt sangin hjá misnýtarunum "Angel Tears" umaftur og umaftur framman fyri grátandi áhoyrarum. Nú mugu seinastu konsertirnar bara vera av. Framman fyri leikstaðin bíða trúfastir fjepparar eftir at fylgja Tessu og tilbiðja hana. Tey kalla seg Sjakalinas og finna styrki, dirvi og felagsskap í at spegla sær í valdinum, søguni og tónleikinum hjá rapparanum.
|