|
|
- franskur filmur frá 2011, óhósk. fyri smábørn
(Intouchables)
Fleirmillióningurin Philippe søkir ein hjálpara, eftir at hann var fyri eini vanlukku, sum gjørdi hann lamnan frá hálsinum og niður. Øll eru bilsin, tá hann velur tann svarta ghettodrongin Driss, sum júst er sloppin leysur úr fongsli. At síggja til hava teir báðir als einki í felag. Kortini verður tað byrjan til eitt vakurt vinalag.
Leikarar: Philippe: François Cluzet, Driss: Omar Sy og Yvonne: Anne Le Ny. Magalie: Audrey Fleurot. Marcelle: Clotilde Mollet. Elisa: Alba Gaïa Kraghede Bellugi. Adama: Cyril Mendy.
Leikrit: Olivier Nakache og Eric Toledano eftir bók hjá Philippe Pozzo di Borgo.
Leikstjórn: Olivier Nakache og Eric Toledano.
Upprunaheiti: Intouchables.
Framl.ár: 2011.
Aldursmark: 7 ár.
|