|
|
- fø. sending frá 2000 (2:2)
Eftir at hava landað fyrstu rækjulastina í Harbour Grace, gongur leiðin aftur út á Flemish Cap. Næstan tríggir mánaðir eru gingnir, síðani Gilstón fór úr Føroyum og heima standa summar og stevnur fyri durum. Longsulin er nú av álvara farin at gera um
seg umborð. Teir yngru hugsa um stevnur og ítrótt, teir eldru um fugl og seyð. Tíðin gongur síðani fram móti Ólavsøku, og manningin hevur verið meira enn 5 mánaðir burturi. Allir bíða í spenningi eftir boðunum frá skiparanum: "Vit sigla heim,".
|