|
|
- vit hitta føroyingar, føroysk røð frá 1995
Vit fara aftur á ferð í Norður Grønlandi við Zachariasi Hammer, sála.
Vit hitta nakrar føroyingar, sum arbeiða og búgva í Norðurgrønlandi.
Vit vitja á nøkrum arbeiðsplássum, sum í flestu førum eru lík teimum føroysku.
Av tí at alt frystir til um veturin, eru ongar kloakkir og ongar vatnleiðingar til húsini. Nøkur fáa vatn úr tangabili, meðan onnur sjálvi heinta tað í dunkum úr vatnhúsum. Bukkan verður heintað og tømd tvær ferðir um vikuna.
Lagt til rættis: Zacharias Hammer
|