|
|
- føroysk barnasending
Vinus og Vimús
6.partur:
Tað er so gott at duga at telja. Og tá tað ræður um at telja tøl, kunnu øll vera uppií, tí so fáa øll hvør sítt tal, og øll ting fáa eisini hvørt sítt tal. Í dag telja Vinus og Vimús heilt upp í tíggju og siga eina teljisøgu heilt upp í 10, og sjálvt bókin fær eitt tal. Og bókin er um ... at øll mugu vera har. Eingin má fara. Tá Vimús fer ørindi, so syngur Vinus ein teljisang.
Og so má Vimús fara at leggja seg, tí nú eru so nógv tøl inni í høvdinum. Men tey eru góð at hugsa um og sovna av.
|