|
|
- am. kærleiksfilmur frá 2009
Forlagsritstjóri og kontrollfreak Margaret Tate (Sandra Bullock) fær brádliga boð frá myndugleikunum um, at hon er ólógliga í USA, og at hon verður noydd úr landinum til heimlandið Kanada. Fyri at sleppa undan, boðar hon alt fyri eitt frá, at hon er forlovað. Við Andrew (Ryan Reynolds), sum er hjálparfólk hjá henni, og sum hon hevur plágað í fleiri ár, sigur hon, at hann skal giftast við henni, so hon kann fáa arbeiðsloyvi - annars verður hann uppsagdur. Andrew góðtekur ta hvítu lygnina - og bjóðar henni við til Alaska at heilsa upp á familjuna. Ferðin verður - milt sagt - miseydnað.
Leikarar: Margaret Tate: Sandra Bullock, Andrew Paxton: Ryan Reynolds og Grace Paxton: Mary Steenburgen.
Framl. ár: 2009
|