|
|
- føroysk barnasending frá 2010
Lív bjóðar aftur í dag vælkomin til ein nýggjan film. Nýggja tekning og eisini ein nýggjan máta at trumma uppá. Og tað ger hon saman við Janusi og Brandi og øllum hinum.
Happifilmurin er um, at øll eru móti einum. Tá er ikki stuttligt at vera einsamøll ella einsamallur ... ein ímóti øllum hinum? Kanska tú lærir okkurt, um hvat er rætt og gott, men eisini hvat er skeivt og ringt. Børnini, sum spæla við í filminum, fara at tosa um, hvat tað er sum hendir í filminum.
Janus fer at tekna eina mynd, og fer samstundis at siga hvussu hann ger, og ert tú við, so lærir tú at tekna ... ja, tað veit bara Janus enn. Aftan á vita vit tað øll. Og tá duga vit eisini.
Ja, ert tú við, so lærir tú heilt víst meir um at trumma. Tí Brandur fer at læra meir, ein nýggjan máta. Ert tú við?
|