|
|
- føroysk barnasending frá 2014
Hesaferð vitja vit í Skúvoy.
Lea Johannessen er í vangamyndini hesaferð. Hon er úti í Skúvoy, og tekur ímóti Felisiu, sum kemur við Sildberanum. Lea dugir væl at greiða frá, um har Sigmundur Brestisson búði, og um Sigmundarsteinin í kirkjugarðinum. Og so er tað tann gamli svimjihylurin, sum ikki riggar so væl meir. Dunnurnar og veðrarnir, øll fáa tey okkurt frá Leu. Jú úti í Skúvoy er gott at vera.
Og so Mínar Damur og Harrar...... er at gita hvørjum hundurin líkist hesaferð.
Klárar tú longu fyrstu ferð? ..... Nei? .......
Hundurin er fyrst í einari blusu, - ber til at gita hvat hann er nú? ...Nei? ..... So fer hann í eitt skinn, - ber til at gita rætt nú? .....men so ...... nei, sigi ikki meir!
Hundurin hevur hendur.........og tað sær stuttligt út.
Og so NÚúúúúúú...... er gyklarin í køkinum. Í dag brúkar hann eina bust, eina tannbust.
Kob er longu klár, tá Felisia kemur við fruktini. Og er fruktin skorin so, sum Kob ger, ja, so hava øll sum hyggja, fingið enn eitt gott hugskot til matpakkan. Ella at bjóða góðum vinum.
11 ára gamla Felisia J. Helmsdal er vertinnan í sendingini.
Elin Dagbjartsdóttir Neshamar og Páll Danielsen leggja til rættis.
|