|
|
- am. spenningsf. frá 2005, óhósk.fyri børn
Kyle Pratt hevur mist mannin í einari vanlukku og hon er framvegis álvarlsiga skelkað, tá hon er á veg heim í flogfari við líkinum av manninum. Á flogferðini durvar hon eina løtu, og tá hon letur eyguni uppaftur, er 6 ára gamla dóttirin horvin. Ella er hon tað? Tí tað merkiliga er, at ongin minnist seg hava sæð gentuna. Hon stendur ikki á ferðafólkalistanum, og Kyle finnur ikki boarding passið hjá henni. Meðan Kyle stríðist fyri ikki at missa skilið, roynir hon at loysa gátuna og bjarga dóttrini. Spurningurin er tó: Hvussu kann nakar hvørva 10.000 metrar uppi í luftini?
Upprunaheiti: Flightplan
Leikarar: Kyle Pratt: Jodie Foster, Carson: Peter Sarsgaard og Captain Rich: Sean Bean. Stephanie: Kate Beahan.
Aldursmark: 11 ár.
|