|
|
- føroysk barnasending frá 2014
Silvia Maria Gullaksen og Kertin Ovadóttir Nysted eru báðar í vangamyndini hesaferð. Tær eru í Hattarvík á Fugloynni. Og har kann verða nógv at síggja. Ein gullheyggur er har, og eisini er eitt fjørutrøll í Hattarvík. Man skal bara ikki fara ov langt oman í fjøruna. Úti í Hattarvík ber til at spæla - eitt nú rennispøl og eisini í Gellingará.
Og so mínar Damur og Harrar...... Hundurin hesaferð líkist...?...ja, hvørjum?.....tað er nokk so ringt ...., men so til endans er tað einki fyri.
Og NÚúúúúúú...... er gyklarin í køkinum. Hann gyklar við einum glasi og eini ballón.
Og enn einaferð gevur skorin frukt góð hugskot. Tað er Kob, sum dugir so væl at skera og læra Felisiu og øll onnur, sum tíma at gera øðrvísi matpakkar ella bjóða vinfólki.
Felsia J. Helmsdal er vertinnan í sendingini, hon er 11 ár.
Lagt til rættis: Páll Danielsen og Elin Dagbjartsdóttir
|