|
|
- Føroyar í brennideplinum, stuttrøð frá 2020
Eftir uppskakandi sigurin á Eysturríki í fyrsta dystinum í altjóða fótbólti 12. september 1990 kyknar upp ein fótbóltsfepur í Føroyum, sum ber á brá av einari nýggjari fólksligari veking. Eftir einum degi hamskiftast føroyingar. Framfýsni loysir av uppgávulyndi. Nú er einki óført. Føroyar standa í brennideplinum. Útheimurin hevur uppdagað lítla oyggjasamfelagið í útnorðri. Og nú byrjar niðurteljingin til dystin, sum øll tosa um. 10. oktober skal spælast í Ítróttaparkini móti Danmark. Føroyingar í stórum tali leita til Keypmannahavnar, og í Danmark var áhugin fyri føroyska sensasjónsliðnum vorðin so stórur, at føroyska landsliðið var á hvørjari forsíðu í donsku bløðunum í døgunum fyri dystin. Rættiligur gravgangur var eftir atgongumerkjum, hóast dysturin sást beinleiðis í sjónvarpinum. Føroyar vóru í fokus í Danmark - og í øllum Evropa við - sum ongantíð fyrr. Hyggjaramet hevur uttan iva verið sett í Føroyum um kvøldið 10. oktober 1990, men tað er ikki staðfest í nakrari hyggjarakanning. Danir høvdu ongantíð viljað spælt við sínum A-landsliði móti Føroyum, men nú brynjaðu teir seg við øllum sínum bestu spælarum til EM-dystin móti føroysku amatørunum, sum høvdu lopið hvøkk á fótbóltsheimin.
Lagt til rættis: Suni Merkistein
Fotografur og klippari: Jónfinn Stenberg
|