|
|
- føroysk barnasending frá 2014
Døgg Jógvansdóttir úr Dímun er í vangamyndini hesaferð. Døgg býr á Stóru Dímun, og hon hevur akkurát fylt 11 ár. Úti í Stóru Dímun búgva átta fólk. Og har eru nógv ymisk djór, hundar, høsn, dunnur, neyt og eisini vagtlar sum verpa lítil egg. Døgg dugir væl at greiða frá um alt, eisini um Kleivina og søgnina um Anniku. Og so dansa Døgg og Felisia ballóndans í garðinum.
Og mínar Damur og Harrar...... Hundurin hesaferð líkist...?....Myrka troyggju.......Git nú?.....Nei, tað er ikki heilt lætt .... Men so ........Nú bar til :o)
Og so NÚúúúúúú...... gyklarin er í køkinum, kemur upp í køkin, og skal brúka eina fløsku og pengar ? bæði myntir og seðlar.
Enn einaferð verður skorin frukt til góð hugskot. Og tað er enn sum áður Kob, sum dugir so væl at skera og læra Felisiu og okkum onnur. Hesaferð ber til at síggja allar skornar fruktir í einum.
Og Felsia J. Helsmsdal er vertinnan í sendingini, hon er 12 ár.
Elin Dagbjartsdóttir Neshamar og Páll Danielsen leggja sendingina til rættis.
|