|
|
- føroysk satira (6:6)
Í røðini verður hugt at Føroyum og føroyingum úr einum nakað øðrvísi, og kanska eitt sindur meira skemtiligum sjónarhorni enn vanligt. Her møta vit tjóðskaparmanninum Haraldi, konuni Pernille, og dóttrini Søs, sum øll búgva í Keypmannahavn. Her er tann illi Sofus, tann einsami Niels, tann samkyndi Kjartan, tey lekru Remi og Rosely, teir smørtu reportararnir Olgar og Randi ? og mong, mong onnur. Væntandi fara tey flestu at kenna seg aftur í onkrum av hesum persónum, sum so ella so mynda Føroyar anno 2008. Tað er Sjúrður Skaale, sum hevur lagt sendirøðina til rættis
|