|
|
- føroysk barnasending frá 2014
Vangamyndin:
Ludvík Petur Heðinsson er hesaferð í vangamyndini. Á kamarinum eigur Ludvík nógv ymiskt forvitnisligt eitt nú fimleikasteyp, og eina cello, ein hund og ein fugl og einar nokso serligar skógvar. Ludvík, sum er 11 ár, dámar eisini at syngja, og hann hevur meldað til Talent 2014.
Tónleikarar:
Og hesaferð fara Sóley Leo Nikulásdóttir og Bjartur Leo Nikulásson at syngja og spæla. Tað verður ein vakur føroyskur sangur. Sóley syngur og beiggi hennara Bjartur spælir guitar.
Spælið:
Tóra Allansdóttir Joensen er ommudóttirin, sum fer at læra ommuna eitt spæl, sum omman ikki dugir. Og omman, sum eitur Henrikka Joensen fer at vísa Tóru eitt spæl, sum omman ofta spældi tá hon var lítil.
Tað eru Kenneth Jørgensen, Elin Dagbjartsdóttir Neshamar og Páll Danielsen, ið leggja sendingina til rættis.
|