|
|
- havalda og ísfjøll
Tey hava bíðað í fleiri mánaðir, men nú kunnu Mikkel og Theis og nakrir góðir vinir endiliga stevna út úr Tromsø og fara ferðina um Barentshav. Ein ferð, sum Mikkel leingi hevur fyrireikað seg til. Á leiðini kasta teir akker undir avbyrgdu, norsku ´Bjørnø´. Her búgva einans níggju fólk, sum manna veðurstøðina, sum dagliga sendir umfatandi veðurtíðindi um allan heim. Og so síggjast ísfjøll fyrstu ferð og gamli ísbrótarin, Wallenberg, fær rættiliga loyvi at vísa, hvat hann dugir.
Við eru: Mikkel Beha Erichsen, Marian Midé, Emil Midé Erichsen, Louise Ravn Otte og Hugo, Alfred Midé Erichsen, Theis Midé Erichsen og Ida Svarre.
Framl. : Bermuda
Framl. fyri: TV 2 DANMARK
Framl. ár: 2019
|