|
|
- føroysk barnasending frá 2010
Lív bjóðar vælkomin og sigur, hvat er skránni. Men fyrst happifilmurin, sum hesaferð er eitt sindur øðrvísi, tí tað byrjar við at arga og happa, men filmurin endar ikki so ... og tað koma tríggir av sjónleikarunum í sjónvarpsstovuna at tosa við Lív um aftaná.
So er tað tekningin hjá Janusi. Minst til at hava alt til reiðar, tí so er tú við, tá Janus enn einaferð fer at tekna nakað, sum tú nokk ikki dugir enn.
Og trummuljóðini eru eisini nokkso ring nú, men afturfyri so ljóðar tað væl, um tú vilt ber til at gera fleiri ymisk ljóð. Lurta væl.
So kom og ver við, so skalt tú bara - síggja tekningina ... og hoyra rytmurnar.
Ert tú við?
|