|
|
- føroysk dokumentarrøð frá 2003
Á gravarbakka.
Tað gongur hampiliga væl við rækjufiskiskapinum á Flemish Cap og partvíst vid Svalbard. Ein av rækjupionerunum, Kjartan Joensen, letur nýtt stásiligt rækjuskip, Hvilvtenni, smíða í Norra í 2000.
Skipið er sera framkomið og verður handað eigarunum í oktober í 2000 við stórum hátíðarhaldi og góðum framtíðarvónum. Men so gekk ikki. Sjálvt um rækjufiskiskapurin er góður, gongur prísurin hin skeiva vegin. Prísurin fellur fyri hvørt árið og er í dag ár 2003 so vánaligur, at tad ikki loysir seg at fiska - skipini hava hall hvønn dag. Øll skipini standa á sølulista, og hendir einki í næstum, missa vit allan rækjuflotan - tað er bara ein spurningur um tíð.
Hvør kann gera nakað - myndugleikarnir við at keypa góðar rækjukvotur í Grønlandi? Lata skipini fiska onnur fiskasløg ella hvat? Kanadisku havnirnar vórðu stongdar fyri føroyingum í 2002 til í summar.
Hetta var revsing fyri, at føroyingar høvdu fiskað ólógliga á Grand Bank, søgdu kanadiarar.
Var hetta søgan um reydargullið, sum hvarv?
|