|
|
- roysningur, hvíthvalur og hol á høvdið
Her norðuri er nógv, sum familjan fegin vil uppliva, men sum so mangan fyrr, hendi alt møguligt annað enn tað, sum ætlanin var. Meðan Mikkel roynir evnini hjá Wallenberg sum ísbrótara, kemur ein bólkur av hvíthvalum til sjóndar, og Theis má sum skjótast fáa dronuna upp, og Emil skundar sær í turrdraktina í vón um at fáa nakrar góðar myndir av hvalunum. Og so eru tað summir av Svalbards íbúgvum, sum ikki hava beinleiðis fínar vanar - tá hava tey um borð á Wallenberg hug at smílast - tað eru roysningarnir.
Við eru: Mikkel Beha Erichsen, Marian Midé, Emil Midé Erichsen, Louise Ravn Otte og Hugo, Alfred Midé Erichsen, Theis Midé Erichsen og Ida Svarre.
Framl.: Bermuda
Framl. fyri: TV 2 DK
Framl. ár: 2019
|