|
|
- donsk røð frá 2018
Nina og Signe.
Í fýra sendingum royna átta danir, við kroniskum sjúkum, at eta seg frískan.
Pia Norup, lækni og Umahro Cadogan, føðsluserfrøðingur hjálpa teimum ígjøgnum tær 12 vikurnar, har tey skulu broyta kostin og venja.
Í fyrstu sending hitta vit 29 ára gomlu Ninu. Hon pínist av "akne" døkkormspirrusjúku, sum ávirkar lív hennara nógv. Hon er kedd av síni útsjónd og avlýsir avtalur, um hon hevur "akne" herðindi.
Signe hevur havt kroniskan bruna í tarminum í fýra ár. Hon hevur sterka pínu í tarminum og tá ið er ringast, er hon á vesi 10-20 ferðir um tíman. Hvørt kvøld tekur hon ein stikkpillara fyri pínu.
Er tað møguligt hjá Ninu og Signe at verða frískar við broyttum matvanum og venjing?
Serfrøðingar: Pia Norup, lækni og Umahro Cadogan, føðsluserfrøðingur.
Luttakarar: Nina líður av akne, og Signe hevur kroniskan bruna í tarminum.
Framleitt: Koncern TV- og Filmproduktion ApS.
Framleitt fyri: TV 2 DANMARK.
Framleiðsluár: 2018.
|