|
|
- donsk røð frá 2018
Susanne og Brian.
Susanne hevur havt migrenu í 28 ár, hon hevur umleið 14 herðindi um mánaðin. Ringa høvuðpínan oyðileggur lív hennara, og hon følir ikki, at hon er tann mamman, hon ynskir at vera. Hon hevur roynt alt, og viðgerð høvuðpínuna nú við pínustillandi heilivági. Brian hevur havt kroniska búkpínu meginpartin av lívinum. Hann hevur mist arbeiðið orsakað av pínuni, men læknarnir hava ikki funnið atvoldina til pínuna, og fáa ikki hjálpt honum.
Brian og Susanne skulu í 12 vikur royna at eta og venja seg frískan - við hjálp frá Piu Norup, lækna og Umahro Cadogan, føðsluserfrøðingi.
Luttakarar: Susanne líður av migrenu, og Brian hevur kroniska búksjúku.
Framleitt: Koncern TV- og Filmproduktion ApS.
Framleitt fyri: TV 2 DANMARK.
Framleiðsluár: 2018.
|