|
|
- tingfinnarar og rennistrongur, før.barnasending frá 2024
Vinus og Vimús.
2. partur 3.umfar:
Í dag er ein tingfinnaradagur. Og Vinus hevur ein stóran tingfinnara, sum sigur ljóð, tá okkurt er at finna....... ein dýrgripur kanska? Og hesa ferð er eisini rennistrongur. Og tað er bæði snilt og stuttligt.
Smáteknifilmarnir eru aftur at síggja. Og góða bókin, sum dettur av bókahillini, er um Hera Haru. Og tá ið Vinurin kemur við einum nýggjum ljóðføri, fara Vinus og Vinurin at syngja um eitt kongaríki. Og hvat man Vinus fara at tekna ?
Og at enda er at siga: Góðan morgun dag gott kvøld góða nátt ? og farvæl!
At brúka til rennistrongin: Langt band. Ein krók at hanga í. Eina kurv.
Í sjónvarpinum hvørt fríggjakvøld klokkan hálvgum sjey. Og altíð á VIT-appini.
|