|
|
- plástur á og so hvørvur tað, før.barnasending frá 2024
Vinus og Vimús
5. partur 3.umfar:
Vinus er bara inni í dag, tí hann er eitt sindur forkølaður, og so fer Vimús at ugga hann. Vitja hann og geva honum saft. Men tað er ikki gott at hyggja ov nær, tí knappliga fær Vimús ilt í nøsina og má hava plástur á. Og so dettur bókin um sutturnar hjá Valdimari á gólv. Tað er ein góð bók at ugga seg við. Sangurin er um at balla ein fingulinguling. Og tá Vinus fær hug at spæla og syngja sangin, kemur Vinurin við einum nýggjum ljóðføri.
Og áðrenn Vinus fer at tekna, lærir Vimús hann, hvussu reyðu bikørini kunnu hvørva.
At enda er bert eftir at siga: Góðan morgun dag gott kvøld góða nátt ? og farvæl!
At brúka til hvørvigandin: 4 bikør. 3 pappír.
|