|
|
- franskur romatiskur dramafilmur frá 2023
Hin dugnaligi kokkurin Eugénie (Juliette Binoche) hevur arbeitt hjá tí kenda stjørnukokkinum Dodin (Benoît Magimel) í meira enn 20 ár. Saman skapa tey heilt framúrskarandi rættir, sum undra heimsins mest kendu kokkar. Sum tíðin er liðin, er virðingin teirra millum ment til eitt romantiskt samband. Men Eugénie er glað fyri sítt frælsi og hevur ongantíð ynskt at giftast við Dodin. Tí avger hann at gera nakað, hann ongantíð hevur gjørt áður: at gera mat til hana.
Viðvirkandi: Eugénie: Juliette Binoche, Dodin Bouffant: Benoît Magimel og Rabaz: Emmanuel Salinger.
Framleiðsluár: 2023
Aldursmark: 7
|