|
|
- ferðaklemm, før.barnasending frá 2024
7.partur 3.umfar:
Vinus og Vimús hava gjørt sær ein spælibuss. Ferðaseðilin er eitt klemm. Men tá ið bussurin bakkar á hillina, dettur bókin á gólv. Tað er ein góð bók um eina moldvørpu. Og tá ið sangurin um hjólini á bussinum er liðugur, klívur Vinurin út aftur gjøgnum vindeygað, hesa ferð hevur hann fleiri stuttlig ljóðføri við.
Vimús kemur aftur við fleiri ferðsluskeltum. Men tá Vinus skal koyra bussin avstað, vil bussurin ikki koyra!
Hesa ferð fer Vinus heilt vist at tekna ein buss. Smáteknifilmarnir eru eisini við.
Og so er bert eftir at siga: Góðan morgun dag gott kvøld góða nátt ? og farvæl!
At brúka til bussspælið: Stórt pappstykki. Litir. Lítil pappstykkir til skeltið og hjólini á bussinum.
|